Kongsvitjan: Í dag vitja kongshjúnini í Vági, Fámjin og Trongisvági

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Klokkan 9.45 í morgun leggur Kongsskipið Dannebrog at í Vági. Har verður almenn móttøka, vitja verður í FabLab í Vágs skúla, á ítróttaháskúlanum, á Hamragarði, har kongshjúnini eta miðmála saman við eldru fólkunum.

Klokkan 14.30 verður komið til Fámjins, har Borgarstjórin tekur ímóti uttan fyri kirkjuna. Vitjað verður í kirkjuni og á taravirkinum, Tari.

Klokkan 16.00 hevur Tvøroyar kommunan almenna móttøku uttanfyri barnagarðin Mýrifípuna í Trongisvági. Síðan verður farið í viðarlundina, har kongshjúnini gróðurseta eitt træ, og í kvøld er borgarstjórin Kristin Michelsen er vertur fyri døgurða á Salt.

Klokkan 22.20 siglir Kongsskipið Dannebrog av Drelnesi

Mynd: Kongshúsið ©


Skráin fyri kongsvitjanina


Hósdagur tann 12. juni í Suðuroy (Vági, Fámjin og Tvøroyri)

Vágur

Kl. 09.45 Kongsskipið Dannebrog leggur at í Vági.

Kl. 10.00 Kongshjúnini fara í land. Vágs kommuna hevur almenna móttøku, har borgarstjórin heldur røðu og presenterar býráðið.

Kl. 10.15 Farið verður við bili til Fab Lab, sum er í skúlanum

Kl. 10.20 Vitjað verður á Fab Lab í Vágs skúla

Kl. 11.00 Farið verður við bili vestur á Vágseiði, har kongshjúnini hitta lærarar og fyrrverandi næmingar á Ítróttaháskúlanum.

Kl. 12.55 Borgarstjórin er vertur fyri miðmála á Hamragarði. Kongshjúnini eta miðmála saman við eldri búfólki.

kl. 14.05 Farið verður við bili úr Vági til Fámjins.

Fámjin

Kl. 14.30 Komið verður til Fámjins. Borgarstjórin tekur ímóti uttan fyri kirkjuna og presenterar bygdaráðið.

Kl. 14.40 Kongshjúnini vitja kirkjuna.

Kl. 15.00 Spákað verður til Taravirkið, TARI

Kl. 15.40 Farið verður við bili úr Fámjin til Tvøroyrar.

Tvøroyri/Trongisvágur

Kl. 16.00 Komið verður til barnagarðin Mýrifípan í Trongisvági. Uttanfyri barnagarðin er almenn móttøka hjá Tvøroyrar kommunu, har borgarstjórin heldur røðu.

Kl. 16.50 Farið verður við bili til plantasjuna í Trongisvági.

Kl. 16.55 Komið verður til plantasjuna. Spákað verður gjøgnum viðarlundina og kongshjúnini gróðurseta eitt træ í sambandi við, at viðarlundin er vorðin 100 ár.

Kl. 19.30 Borgarstjórin er vertur fyri døgurða á SALT og presenterar býráðið har.

Kl. 22.20 Kongsskipið Dannebrog siglir av Drelnesi


Fríggjadagur tann 13. juni á Eiði

Kl. 09.45 Kongsskipið Dannebrog leggur at á Eiði

Kl. 10.00 Kongshjúnini koma í land.

Kl. 10.10 Farið verður við bili til myndastovuna hjá Sigrun Gunnarsdóttir

Kl. 11.00 Komið verður við bili oman á Vaglið, har Eiðis kommuna er vertur fyri almennari móttøku. Borgarstjórin heldur røðu og presenterar bygdaráðið.  

Kl. 11.20  Spákað verður framvið ellisheiminum til Hólmahúsið.

Kl. 11.35  Komið verður til Hólmahúsið, har borgarstjórin er vertur fyri miðmála.  

Kl. 12.45 Farið verður við bili aftur til kongsskipið Dannebrog.

Kl. 12.50 Komið verður til kongsskipið Dannebrog, og kongshjúnini fara umborð.

Kl. 18.00 Kongshjúnini eru vertir fyri móttøku umborð á kongsskipinum Dannebrog.