Kongsvitjan: Í dag vitja kongshjúnini á Eiði

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í dag er seinasti dagur á kongsvitjanini í Føroyum. Kongshjúnini vitja á Eiði, har Kongsskipið Dannebrog legur at klokkan 9. 45.

Síðan verður vitjað hjá listakvinnuni, Sigrun Gunnarsdóttir, og klokkan 11 er almenn móttøka á Vaglinum.

Spákað verður framvið ellisheiminum til Hólmahúsið, har borgarstjórin, Jógvan í Skorini, er vertur fyri miðmála.

Klokkan 12.50 fara kongshjúnini umborð aftur á Dannebrog, og klokkan 18.00 eru kongshjúnini vertir fyri móttøku umborð á kongsskipinum Dannebrog.

Mynd: Kongshúsið ©


Skráin fyri kongsvitjanina

Fríggjadagur tann 13. juni á Eiði

Kl. 09.45 Kongsskipið Dannebrog leggur at á Eiði

Kl. 10.00 Kongshjúnini koma í land.

Kl. 10.10 Farið verður við bili til myndastovuna hjá Sigrun Gunnarsdóttir

Kl. 11.00 Komið verður við bili oman á Vaglið, har Eiðis kommuna er vertur fyri almennari móttøku. Borgarstjórin heldur røðu og presenterar bygdaráðið.  

Kl. 11.20  Spákað verður framvið ellisheiminum til Hólmahúsið.

Kl. 11.35  Komið verður til Hólmahúsið, har borgarstjórin er vertur fyri miðmála.  

Kl. 12.45 Farið verður við bili aftur til kongsskipið Dannebrog.

Kl. 12.50 Komið verður til kongsskipið Dannebrog, og kongshjúnini fara umborð.

Kl. 18.00 Kongshjúnini eru vertir fyri móttøku umborð á kongsskipinum Dannebrog.