Kórstevnan verður hildin í Vestmanna um vikuskiftið. Sangáhugaði úr øllum landinum savnast til felagskórvenjing, konsert og veitslu. Stevnan verður í Vestmanna skúla.
Kórleiðari hjá felagskórinum verður danski kórleiðarin Margrethe Debel, og hon fer saman við kórinum at arbeiða við rútmiskum tónleiki. Í felagskórinum eru umleið 150 sangarar.
Konsertin, sum verður klokkan 16.00 leygardaagin, er eisini ein kapping, har kórini fáa í mesta lagi sjey minuttir í part at vísa dómarunum, hvat tey duga. Fyrsta-, onnur- og triðja virðisløn verður latin.
Dómarar í ár eru: Margrethe Debel Christensen, høvuðsdómari, Sunleif Rasmussen og Unn Paturson.
Áhoyrararnir velja eisini, hvat kór skal hava áhoyraravirðislønina.
Skrá á konsertini í ítróttahøllini í Vestmanna kl. 16 leygardagin:
- 16.00 Felagskórið
- 16.20 Vestmanna sangkór
- 16.28 Ljómur
- 16.35 Glymur
- 16.43 Stranda sangkór
- 16.50 Silvitni
- 17.00 Vágakórið
- 17.07 Xperiment
- 17.15 Tórshavnar manskór
- 17.22 Gøtu kirkju ungdómskór
- 17.30 Eystanljóð
- 17.37 Miðnámskórið á Kambsdali
- 17.45 Havnarkórið
- 17.52 Fuglafjarðar sangkór
- 18.00 Brak
- 18.07 Tarira
- 18.14 Morgunkórið
- 18.21 Tórshavnar kamarkór
- 18.30 Karlakór Vestmannaeyja (gestakór úr Íslandi)