Seinnapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp á landsvegnum oman fyri við Sundsverkið, tá ein bilur rendi á bilverjuna fram við vegnum.
Kringvarpið skrivar, at bilurin fór so mikið illa, at hann kundi ikki koyra av staðnum.
Tveir aðrir bilar, sum komu fram við, tá ið óhappið hendi, fingu smávegis skaða av steinsløgum og lutum, sum fuku ígjøgnum luftina í sambandi við óhappið.
Tilbúgvingin varð boðsend, umframt ein lækni, sum kannaði fólkini á staðnum, men fólkini høvdu tað eftir umstøðunum gott
Politiið veit ikki, hví bilóhappið hendi, men vitni skulu avhoyrast, umframt at kanningarnar verða gjørdar í sambandi við bilóhappið.