Koyrdi á fólk sum gekk á gonguteiginum

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Í gjáramorgunin fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein bilur hevði koyrt á ein fótgangara, sum  var á veg yvirum vegin á gonguteiginum. Hetta var í Havn.

Fótgangarin fekk ikki stórvegis skaða, men fór á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar, hóast tað.

Hetta var beint yvir klokkan átta í gjáramorgunin.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini greiðir frá, at bilurin stóð og bíðaði við eitt ferðsluljós, men tá ferðsluljósið lýsti grønt, hugdi bilførarin ikki nóg væl eftir, at ein fótgangari – sum eisini hevði fingið grønt ljós, og tí kundi ganga – gekk á gonguteiginum yvirum vegin, áðrenn ov seint var.

Veðrið var keðiligt, og tað var ringt sýnið, men tað er ikki ein nóg góð grundgeving fyri ikki at hava eyguni við fótgangarum, sum fara yvirum vegin, og tí kann hesin bilførari vænta sær, at hann fær treytað frádøming av koyrikortinum, greiðir vaktleiðarin frá.

Lítil samanstoytur
Eisini hendi eitt lítið ferðsluóhapp i Havnini í gjár, tá ein bilur rendi á reyvina á bilinum frammanfyri, men ikki nokk við tað, tað kom síðan ein triði bilur, sum rendi í reyvina á bilinum, ið júst hevði rent í reyvina á fremsta bilinum.

Nakað av materiellum skaða hendi, men tó eingin fólkaskaði.

Vaktleiðarin sigur, at bilførararnir hildu ikki neyðuga frástøðu, og tí verða bilførararnir í bili nummar tvey og trý skuldsettir fyri ikki at halda neyðuga frástøðu, sum gevur eitt klipp í koyrikortið.