Koyrdi svakt í Norðoyatunlinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ein bilførari varð um eitt tíðina í nátt steðgaður av løgregluni í Norðoyatunlinum. Hann varð máldur at koyra heilar 167 km/t. Koyrikortið var tikið frá honum á staðnum.

Bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, fekk loyvi til at koyra bilin til parkeringsøkið við Skúlaheimið í Klaksvík fyri ikki at forða ferðsluni í tunlinum.

Føroya rættur skal nú avgera, hvussu leingi bilførarin missir koyrikortið. Hann skal tó taka bæði teori- og koyriroynd av nýggjum, áðrenn hann fær koyrikortið aftur.

Í løtuni er bótin fyri slíka koyring umleið 5000 krónur, upplýsir løgreglan.