Landsverk ávarar í kvøld móti óneyðugari koyring millum bygdir.
ÁVARING:
Kl. 22:00 Landsverk gevst fyri í kvøld at rudda vegirnar og byrjar aftur kl. 05 í morgin árini.
Vegurin er stongdur frá rundkoyringini omanfyri Norðskála og oman til Magnstøðina við Streymin.
Fleiri áarlop eru í kvøld millum Effostøðina og Leynatunnulin, og har er nógv vatn á vegnum.
Stórur hylur er á landsvegnum omanfyri Skála og nógv vatn er á landsvegnum, í Søldarfirði, við Magnstøðina í Gøtudali og við Gravarbø á Norðoyararvegnum.
Vit vilja mæla fólki frá at koyra á Oyndarfjarðarvegnum.
Tað er ikki koyrandi eftir Selatraðarvegnum har verður grivið aftur kl. 07:00 í morgin og Elduvíkarvegnum kl.07:30.
Bilførarar mugu vísa størsta varsemi tá koyrt verður millum bygdir.