Hálvan juni fer nýggja oljufelagið Krafta at selja olju til skip.
Tangarnir hjá felagnum komu fyri tveimum mánaðum síðan. Teir eru tveir og standa á Hulki á Strondum. Tangarnir eru 17 metrar høgir og taka 2.500 rúmmetrar av olju hvør.
Tveir stórir tangabilar eru á veg. Bilarnir skulu flyta oljuna til havnirnar, har skipini bunkra.
Millum annað reiðaríni Smyril Line, JFK, Framherji og FARCOD stovnaðu Krafta Energy fyrst í juli 2023.