Kringvarpið søkir eftir stjóra

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Kringvarp Føroya søkir eftir nýggjum stjóra, sum skal hava dagligu programmábyrgdina og fyrisitingarligu og búskaparligu leiðsluna av stovninum.

Stjórin setur eisini kósina fyri Kringvarp Føroya og situr við strategisku leiðsluni í samstarvi við stýrið og deildarleiðsluna.

Stjórin skal tryggja eitt høgt fakligt støði og hava viðkomandi leiðsluroyndir og útbúgving.

Kringvarpsstýrið leitar eftir einum stjóra, sum kann tillaga stovnin til nýggjar tíðir og varðveita hansara leiklut sum fremsti mentanarberi í landinum.

Ein týðandi uppgáva verður at fylgja við tøkniligu broytingunum og tryggja, at Kringvarp Føroya heldur fram við at geva føroyingum dygdargott tilfar á føroyskum.

Starvið verður lýst leyst í føroyskum og norðurlendskum miðlum.

Starvið, ið er áramálssett í fimm ár, er lønt samsvarandi 38. lønarflokki í avtalu millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið, tó uttan at vera tænastumannastarv.

Síðan Ivan Niclasen varð loystur úr starviðnum 3. desembur í fjør, hevur Katrin Petersen røkt stjórastarvið í Kringvarpi Føroya.