, ,

Kringvarpið vísir KÍ-Molde

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Kringvarpið hevur keypt rættindini til at vísa dystin millum KÍ og Molde í annaðkvøld.

Hesum boðar Kringvarpið frá á heimasíðuni.

Tað er eftir øllum at døma í evstu løtu, at Kringvarpið hevur fingið rættindini til dystin upp á pláss, tí tá FM1 ringdi til Kringvarpið fyrrapartin í dag at spyrja um hetta sama, vóru rættindini framvegis ikki avgreidd.

Tað, at Kringvarpið vísir dystin millum Molde og KÍ, hevur eisini við sær, at skráin verður broytt í annaðkvøld. Dagur og Vika verða send klokkan 17:30, og síðani verður sent frá dystinum klokkan 17:50, sigur Kringvarpið.