Kristianna Jacobsen nýggjur skúlastjóri í Vestmanna

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Vestmanna skúli hevur fingið nýggjan skúlastjóra.

Tað er Kristianna Jacobsen, sum er nýggjur skúlastjóri.

Kristianna er ættað úr Fuglafirði, er 51 ára gomul og býr í Tórshavn.

Hon tók læraraprógv í 2013 og hevur síðani januar 2014 arbeitt í Hvalvíkar skúla, fyrstu árini sum lærari og frá 2019 sum skúlaleiðari.

Harumframt hevur hon eisini leiðsluroyndir frá privatum virksemi, millum annað sum dagligur leiðari í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Kristianna hevur nomið sær eftirútbúgving innan leiðslu umframt ymisk styttri skeið í ávísum lærugreinum og í føroyskum sum annaðmál. Hon hevur í 2021 tikið skeið í yvirskipaðari námsfrøðiligari leiðslu á masterstigi, masterdiplom í leiðslu í 2023 og lesur master í leiðslu og skipan á Fróðskaparsetri Føroya.

Kelda: Skúlablaðið