Borgarstjórin á Tvøroyri átalar á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu harðliga, at Galaxy er sett inn sum avloysaraskip hjá Smyrli.
– Landsins myndugleikar hava havt góða tíð at finna eitt hóskiligt avloysaraskip fyri Smyril, men kortini hava teir enn einaferð valt at seta inn eitt skip, sum er bæði minni og seinni enn Smyril. Hetta kann ikki góðtakast og verður staðiliga átala.
Tað sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, sum ger vart við støðuna á Suðuroyarleiðini, nú Smyril fer í dokk í 8-10 vikur.
Ferjan Galaxy er leigað inn sum avloysaraskip, og sambært borgarstjóranum á Tvøroyri er tað alt annað enn gott og eitt afturstig.
– Innsetanin av Galaxy sum avloysaraskip fyri Smyril setur Suðuroy aftur til eitt ferðslu- og samferðslustig, sum minnir um 1970’ini – og sum als ikki svarar til tørvin í dag. Suðuroyingar verða í verki gjørdir til gíslar í egnum landi, avbyrgdir og skerdir í møguleikum at kunna luttaka javnbjóðis við aðrar føroyingar í øllum virksemi og tænastum, sum annars eru atkomulig í hesum landi.
At Galaxy røkir Suðuroyarleiðina hevur við sær, at túratalið er minkað úr 18 niður í 14 dupult túrar um vikuna. Skipið tekur umleið 350 ferðafólk og 140 akfør í mun til SMyril sum hevur pláss fyri 972 ferðafólkum og fleiri enn 220 persónbilar.