Hetta seinasta árið hava berandi kreftir á A-landsliðnum hjá monnum verið burtur frá fótbóltinum, tí teir hava fingið drúgvar skaðar, og nú legst tíverri ein berandi kraft á landsliðnum afturat skaðalistanum.
Keðiligu boðini úr Noregi eru, at Meinhard E. Olsen hevur slitið krossbandið í knænum og skal undir skurð, og verður ikki at síggja aftur á vøllinum fyrr enn komandi ár.
Sjálvur skrivar Meinhard soleiðis á sínum Facebook-vanga, at “nú bíðar ein strævin, men eisini mennandi tíð við nógvari og drúgvari uppvenjing. Samtundis veit eg, at hesin skaðin gevur mær stundir til at raðfesta onnur fólk og ymisk viðurskifti. Nakað, ið eg í langa tíð havi havt tørv á.
Vit síggjast á vøllinum í 2024, í einari betri og sterkari útgávu”, skrivar Meinhard E. Olsen á Facebook.
Hetta kemur sum steinur omaná byrðu fyri landsliðsvenjaran, Håkan Ericson, tí í gjár frættist úr Íslandi, at føroyski álopsspælarin Patrik Johannesen eisini hevur slitið krossbandið, og spælir neyvan aftur fyrr enn um eitt ár.