Nýggja kunngerðin um sálarligt arbeiðsumhvørvi er lýst.
Hon gevur arbeiðsgevarum greiðar skyldur og treytir at tryggja eitt gott sálarligt arbeiðsumhvørvi, á jøvnum føti við tað fysiska.
– Trivnaður og sálarlig vælvera eru minst líka avgerandi fyri, hvussu vit hava tað, og hvussu væl vit megna arbeiðið, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í arbeiðsumhvørvismálum.
Sjónarmiðið er, at sálarligur tryggleiki og trivnaður eru grundarlag fyri einum vælvirkandi arbeiðsplássi.
– Vit brúka stóran part av okkara lívi á arbeiðsplássinum, og tað hevur beinleiðis ávirkan á trivnað, heilsu og lívsgleði, verður sagt í kunngerðini.
Nýggju reglurnar áseta, hvussu arbeiðið skal skipast við atliti at arbeiðsbyrðu, ógreiðum krøvum, niðrandi atburði og arbeiðstongdum harðskapi.
Arbeiðsgevarar hava ábyrgd av at fyribyrgja og handfara viðurskifti, ið ávirka sálarliga arbeiðsumhvørvið. Teir skulu tryggja nøktandi vegleiðingar og hava mannagongdir fyri, hvussu fráboðanir frá starvsfólkum verða handfarnar.
Kunngerðin er lýst og kemur í gildi 1. august. Arbeiðsgevarar hava sostatt tíð at laga seg til nýggju reglurnar.