Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið bjóðar til kveikingardag um vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan í fiskivinnuni.
Tiltakið er ætlað øllum, sum hava hugskot um vinnuligar verkætlanir í fiskivinnuni, eisini Ph.d.-verkætlanir. Kravið er, at verkætlanirnar eru skipaðar sum bindandi samstarv millum føroyskar vinnufyritøkur og granskingarstovnar.
Fiskivinnuroyndir er umskipað við størri denti á vinnuligar verkætlanir. Í hesum sambandi skipar ráðið fyri einum degi við framløgum og verkstovum fyri at knýta sambond og kveikja hugskot innan raðfestu økini “Alt í land” og burðardyggan fiskiskap.
Umboð fyri granskingarumhvørvið og vinnuna fara at hava framløgur, og tað verða verkstovur um hesi øki.