Í kvøld klokkan 19.00 spælir kvinnulandsliðið í hondbólti EM-fyrireikinardyst í Badmintonhøllini í Klaksvík móti B-landsliðnum hjá Svøríki.
Dysturin verður vístur beinleiðis á stroymingstænastuni hjá Hondbóltssambandinum, live.hsf.fo.
Dysturin er liður í fyrireikingunum til EM-endaspælið í Sveis, Eysturríki og Ungarn. Føroyar spæla sínar dystir í Basel í Sveis. Dystirnir eru móti Sveis, Kroatia og Danmark í døgunum frá fríggjadegnum 29. novembur til týsdagin 3. desembur.
Føroysku hondbóltskvinnurnar spæla aftur móti Svøríki B leygardagin. Tann dysturiner í høllini á Skála og byrjar klokkan 16.00.