Kvinnulandslið styrkismett í styrkislagi 4

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hósdagin klokkan 16.00, føroyska tíð, verður lutakastið til komandi EM-undankappingina hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti.

Lutakastið kann stroymast beinleiðis á YouTube á Home of Handball.

Fimm lond hýsa EM-endaspælinum í 2026, og av tí sama eru undankappingarbólkarnir hesaferð avmarkaðir til seks í tali.

Føroyska kvinnuliðið er styrkismett nummar 27 í Europa í løtuni og verður harvið í styrkislagi 4, tá ið lutakastið verður hósdagin.

Styrkismetingin byggir á fýra tær seinastu kappingarnar, tvær EM- og tvær HM-kappingar.

Londini eru styrkismett í hesum styrkisløgunum:

  • Styrkislag 1: Frakland, Svøríki, Niðurlond, Týskland, Montenegro, Spania
  • Styrkislag 2: Slovenia, Kroatia, Eysturríki, Sveis, Serbia, Ísland
  • Styrkislag 3: Norðurmakedonia, Ukraina, Portugal, Italia, Grikkaland, Kosovo
  • Styrkislag 4: Føroyar, Finnland, Ísrael, Bosnia Hersegovina, Litava, Belgia

Tvey tey fremstu londini í hvørjum bólki og fýra teir bestu trýararnar koma til EM-endaspælið í desembur 2026. Endaspælið verður leikt í Póllandi, Rumenia, Kekkia, Slovakia og Turkalandi.