“Silvurligan” er ein liga-kapping fyri tey næstbestu landsliðini í Evropa, sum endar við einum finaluumfari við fýra teimum bestu. Vinnarin flytur upp í “Gull-liguna”, sum er evropeisk liga-kapping fyri tey betru liðini.
Fýra lond eru við í bólkinum hjá Føroyum, sum umframt Føroyar er mannaður við Portugal, Georgia og Montenegro. Spælt verður heima og úti. Montenegro er styrkismett nr. 27 í Evropa, Portugal nr. 27 og Georgia nr. 34, beint undan Føroyum, sum eru styrkismettar sum nr. 35 í Evropa.
Føroyar leggja fyri við trimum heimadystum, sum allir verða spældir í høllini á Hálsi í Havn:
27. mai kl. 18:00: Føroyar – Montenegro
31. mai: kl. 19:00: Føroyar – Georgia
4. juni: kl. 16:00: Føroyar – Portugal
Síðan verða teir tríggir útidystirnir leiktir soleiðis:
11. juni: Portugal – Føroyar
14. juni: Georgia – Føroyar
16. juni: Montenegro – Føroyar
Føroyska kvinnulandsliðið:
Jóhanna Christiansdóttir, TB
Henrikka Wang Jacobsen, Dráttur
Annika Niclassen, Dráttur
Tórfríð Tavsen, Dráttur
Sofía Purkhús Splidt, Ternan
Birgit Guttesen, Ternan
Amanda Niclassen, Mjølnir
Anna Arnhóldsdóttir, Mjølnir
Sirið Hanusardóttir Samson, Mjølnir
Tóta Búadóttir, Fleyr
Óluva Mohr, Fleyr
Guðrun L. Joensen, KÍF
Jakobina Joensen, KÍF
Sofía Weihe Simonsen, SÍ
Venjari: Cristian Imhoff
Hjálparvenjari: Annika á Stongum