Kvinnulandsliðið í hondbólti kom í bólk 4 saman við Montenegro, Íslandi og Portugal í EM-undankappingina til EM 2026.
Føroyar hava ikki møtt Montenegro og Portugal áður, men vóru í bólki saman við Íslandi í seinastu EM-undankappingini. Tá vann Ísland 28-23 í Føroyum og 24-20 í Íslandi. Í EM-endaspælinum gjørdist Montengro nummar 8, Ísland nummar 16, Føroyar nummar 17 og Portugal nummar 22.
Fyrstu dystirnir í EM-undankappingini verða í viku 42, fyrst á útivølli móti Íslandi 15. oktobur ella 16. oktobur, og síðan móti Montenegro heima við Tjarnir leygardagin 18. oktobur ella sunnudagin 19. okotobur .
Dystirnir móti Portugal verða í viku 10 í 2026, heima 4. mars ella 5. mars, og í Portugal 7. mars ella 8. mars.
Seinastu dystirnir móti Íslandi við Tjarnir 7. apríl ella 8. apríl, og úti móti Montenegro sunnudagin 12. apríl.
Bólkarnir er hesir:
Bólkur 1: Frakland, Kroatia, Kosovo, Finnland
Bólkur 2: Niðurlond, Sveis, Italia, Bosnia Hersegovina
Bólkur 3: Týskland, Slovenia, Norðurmakedonia, Belgia
Bólkur 4: Montenegro, Ísland, Portugal, Føroyar
Bólkur 5: Svøríki, Serbia, Ukraina, Litava
Bólkur 6: Spania, Eysturríki, Grikkaland, Ísrael
Nummar 1 og 2 í hvørjum bólki og fýra teir bestu trýárarnir koma víðari til EM-endaspælið.
EM-endaspælið verður leikt í døgunum 3. desembur til 20. desembur í 2026. Tað verða heili fimm vertsjóðir: Pólland, Rumenia, Kekkia, Slovakia og Turkaland.