Pætur Smith Clementsen, fyribils venjari fyri føroyska kvinnulandsliðið, hevur úttikið 20 spælarar til UEFA Nations League dystirnar móti Slovakia og Gibraltar, sum verða á útivølli 21.- og 25. februar.
Fyrri dysturin verður á Antona Malatinskeho Stadion í Trnava í Slovakia 21. februar klokkan 18:00, og fýra dagar seinni, 25. februar klokkan 18:00, møta Føroyar Gibraltar á Europa Point Stadion.
Føroyar eru í bólki C1, saman við Gibraltar, Moldova og Slovakia. Á FIFA styrkislistanum er Slovakia nummar 49, Føroyar nummar 110, Moldova nummar 131, meðan Gibraltar er á 185. plássi. Koyr á Føroyar!
Í hópinum er Jancy Mohr úr KÍ við fyri fyrstu ferð.
Liðið, sum er úttikið til dystirnar, umfatar:
- Gunnvá Lützen, HB
- Rúna Jacobsen, HB
- Fridrikka Maria Klementsen, HB
- Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
- Birita Ryan, KÍ
- Durita Hummeland, KÍ
- Eyðvør Klakstein, KÍ
- Malena Olsen, KÍ
- Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
- Sanna Svarvadal, KÍ
- Jancy Mohr, KÍ
- Julia Naomi Mortensen, NSÍ
- Sara Samson Lamhauge, NSÍ
- Heidi Sevdal, NSÍ
- Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur
- Anna Katrina Mikkelsen, Víkingur
- Rakul Sørensen, Víkingur
- Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
- Anna Carolina Brændstrup, HB Køge (Danmark)
- Petra Sigvør Snedker Hoydal, AaB (Danmark)