Kvinnurnar fyrstu dystirnar 19. mars

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Landskappingin í Betrideildini hjá kvinnum er nú klár. Fyrsta umfar í grundspælinum verður spælt mikudagin 19. mars. Tað skrivar FSF.

Tilsamans átta lið fara at dystast í ár. Tíverri er TB/FCS/Royn tikið úr kappingini, men kvinnuliðið hjá 07 Vestur er aftur við í fremstu røð.

Kappingin er skipað sum grundspæl og endaspæl. Í grundspælinum spæla liðini tvær ferðir móti hvør øðrum. Eftir grundspælið fara nummar 1 til 4 í bólk fyri at kappast um FM, meðan nummar 5 til 8 dystast um niðara bólkin.

Liðini spæla tríggjar ferðir móti hvør øðrum í endaspælinum. Nummar 1 og 2 í grundspælinum fáa fimm heimadystir, meðan nummar 3 og 4 fáa fýra heimadystir.

Níggjunda og síðsta umfar í endaspælinum verður spælt leygardagin 4. oktobur.

Steypakappingin byrjar mikudagin 21. mai. Finalan verður á Tórsvølli leygardagin 11. oktobur.


Dystarskrá
Grundspæl – Betrideildin kvinnur 2025:

1. umfar

Mikudagin, 19. mars

  • 07 Vestur – Skála ÍF
  • FC Hoyvík – NSÍ
  • HB – B36
  • KÍ – Víkingur

2. umfar

Sunnudagin, 23. mars

  • Víkingur – 07 Vestur
  • B36 – KÍ
  • NSÍ – HB
  • Skála ÍF – FC Hoyvík

3. umfar

Fríggjadagin, 28. mars

  • KÍ – 07 Vestur
  • Víkingur – HB
  • B36 – FC Hoyvík
  • NSÍ – Skála ÍF

4. umfar

Leygardagin, 12. apríl

  • 07 Vestur – FC Hoyvík
  • HB – Skála ÍF
  • KÍ – NSÍ
  • Víkingur – B36

5. umfar

Hósdagin, 17. apríl

  • B36 – 07 Vestur
  • NSÍ – Víkingur
  • Skála ÍF – KÍ
  • FC Hoyvík – HB

6. umfar

Mánadagin, 21. apríl

  • 07 Vestur – HB
  • KÍ – FC Hoyvík
  • Víkingur – Skála ÍF
  • B36 – NSÍ

7. umfar

Leygardagin, 26. apríl

  • NSÍ – 07 Vestur

Sunnudagin, 27. apríl

  • Skála ÍF – B36
  • FC Hoyvík – Víkingur
  • HB – KÍ

8. umfar

Týsdagin, 13. mai

  • 07 Vestur – KÍ
  • HB – Víkingur
  • FC Hoyvík – B36
  • Skála ÍF – NSÍ

9. umfar

Leygardagin, 17. mai

  • 07 Vestur – Víkingur
  • KÍ – B36
  • HB – NSÍ
  • FC Hoyvík – Skála ÍF

10. umfar

Leygardagin, 24. mai

  • Skála ÍF – 07 Vestur
  • NSÍ – FC Hoyvík
  • B36 – HB
  • Víkingur – KÍ

11. umfar

Mánadagin, 9. juni

  • FC Hoyvík – 07 Vestur
  • Skála ÍF – HB
  • NSÍ – KÍ
  • B36 – Víkingur

12. umfar

Leygardagin, 14. juni

  • 07 Vestur – B36

Sunnudagin, 15. juni

  • Víkingur – NSÍ
  • KÍ – Skála ÍF
  • HB – FC Hoyvík

13. umfar

Sunnudagin, 22. juni

  • HB – 07 Vestur
  • FC Hoyvík – KÍ
  • Skála ÍF – Víkingur
  • NSÍ – B36

14. umfar

Leygardagin, 5. juli

  • 07 Vestur – NSÍ
  • B36 – Skála ÍF
  • Víkingur – FC Hoyvík
  • KÍ – HB