Mathias Rettig er ikki venjari hjá kvinnunum hjá H71 longur. Í staðin verða tað Gilli Lorenzen, sum higartil hevur verið hjálparvenjari, og Helgi Hoydal, sum skulu taka sær av kvinnuliðnum hjá H71 restina av kappingarárinum.
Harvið hava bæði kvinnuliðið og mansliðið hjá H71 skift venjara seinastu dagarnar, tí í í seinastu viku boðaði H71 frá, at Mark Lausen-Marcher gevst sum venjari hjá mansliðnum, sum júst hevur vunnið steypakappingina.
Mathias Rettig kom til Føroya á sumri 2023 at vera hjáparvenjari hjá H71-kvinnunum, meðan Petra Freiselova úr Kekkia var høvuðsvenjari. Tá ið H71 mitt í seinasta kappingarári steðgaði samstarvið við Petru Freiselova, gjørdist Mathias Rettig høvuðusvenjari, men nú er tað samstarvið so eisini endað.