StÍF og venjarin, Dan Muurholm Jurgensen, steðga samstarvinum. Tað boðar StÍF frá.
Dan Muurholm Jurgensen førdi seinasta kappingarár StÍF í FM-finaluna, har strandakvinnur taptu fyri Kyndli. Hann hevur verið venjari hjá besta kvinnuliðnum og havt ábyrgdina av menningini á gentusíðuni hjá StÍF.
– Vit vilja takka Dan fyri tað arbeiðið, sum hann hevur gjørt fyri felagið, og ynskja honum bestu eydnu á hondbóltsyrkisleið hansara, sigur StÍF á Facebook
StÍF leitar nú eftir nýggjum venjara.