Kvinnurnar í bólki við Slovakia, Moldova og Gibraltar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hósdagin var lutakast um, hvørjum londum kvinnulandsliðið í fótbólti skal spæla ímóti í UEFA Nations League kapping, sum byrjar í februar mánaði.

Føroyar skulu komu í bólk C1, saman við Slovakia, Moldova og Gibraltar.

Dystirnir verða spældir í døgunum 21. til 25. februar, 4. til 8. apríl, og frá 30. mai til 3. juni 2025. Endalig leikskrá verður væntandi kunngjørd ein av næstu døgunum

Fótbóltssambandið arbeiðir í løtuni við at seta nýggjan landsliðsvenjara hjá kvinnulandsliðnum, eftir at tað gjørdist greitt, at Signe Pries Andersen ikki heldur fram eftir ársskiftið.

Pætur Smith Clementsen er fyribils venjari hjá kvinnulandsliðnum fram til 30. juni 2025.

Mynd: fsf.fo