FM1 fylgir EM-dystinum millum Kroatia og Føroyar
Kvinnuhondbóltur, EM dystur í bólki D
Kroatia -Føroyar 17-17 (9-8 í hálvleikinum)
Føroysku kvinnurnar hava við 17-17 javnleiki vunnið tað fyrsti stigi nakrantíð í einum endaspælið.
Eftir eina eitt lítið sindur trilvandi byrjan í fyrra hálvleiki strammaði føroyska verjan í, og í løtum riggaði skjótálopið eisini væl, og Føroyar fylgdu við Kroatia allan fyrra hálvleik. Í hálvleikinum er støðan 9-9 til Kroatia.
Liðini hildu fram at fylgjast allan seinna hálvleik, og tað var ongantíð meira enn eitt mál á muni. Nakar fáar ferðir kom Føroyar fram um. Men endin var, at tað stóð 17-17 á máltalvuni, tá ið dómarin floytaði fyri seinastu ferð, og ovurfegnar runnu okkara ótrúligu gentur yvir til líka so ótrúligu føroysku áskoðararnar.
Okkara málverji, Annika Fríðheim Petersen var vald til besta leikara í dystinum í sínum lívsdysti.
Heilt ótrúliga flott gentir. Tit eru fantastiskar.
Dystin á áskoðaraplássunum hava vit í hvussu er vunnið. Teir føroysku áskoðararnir eru heilt ótrúligir.
Málskjúttar og leikarar:
Turið Arge Samuelsen 5 av 6
Jana Mittún 5 / 12
Pernille Brandenburg 4 / 7
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 2 / 5 (2 brotskast)
Súna Krossteig Hansen 1 / 2
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 0 / 2
Elsa Egholm 0 /1
Brynhild Pálsdóttir 0 /2
Marita Mortensen 0 / 1
Bjarta Osberg Johansen 0 / 0
Brynja Høj 0 / 0
Maria Pálsdóttir Nólsoy 0 / 0
Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen 15 /28 bjargingar (53,57%)
Rakul Wardum 1 / 3 bjargingar
Ikki á vøllinum:
Bjørg Franksdóttir Joensen
Lív Bentsdóttir Zachariasen
Hagtøl frá dystinum síggjast á heimasíðuni hjá EHF
Seinasta ráðini verða givin
Hesar byrja á vøllinum í dag
Simon Olsen, hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðnum, greiddi í morgin miðlunum frá, hvør fer at byrja á vøllinum í kvøld móti Kroatia.
Í álopinum verður liðið hetta:
Málverji: Annika Fríðheim Petersen
Vinstri vongur: Turið Arge Samuelsen
Vinstri bakkur: Súna Krossteig Hansen
Miðja: Jana Mittún
Høgri bakkur: Maria Pálsdóttir Nólsoy
Høgri vongur: Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen
Stika: Pernille Brandenburg
Millum álop og verju verður ein útskifting. Inn í verjuna kemur Brynja Høj fyri antin Súnu Krossteig Hansen, Janu Mittún ella Mariu Pálsdóttir Nólsoy, alt eftir hvør er nærri beinkinum.
So verjan verður hendan:
Turið Arge Samuelsen
Pernille Brandburg
Brynja Høj
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen
Tvær av Janu Mittún, Súnu Krossteig Hansen og Mariu Pálsdóttir Nólsoy
Hinar, sum eru við í dagsins dystir eru::
Rakul Wardum, Ringkøbing (málverji)
Elsa Egholm
Brynhild Pálsdóttir
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe
Bjarta Osberg Johansen
Marita Mortensen
Lív Bentsdóttir Zachariasen
Bjørk Franksdóttir Joensen
Lukka Arge og Rannvá Olsen verða ikki í dagsins dysti. Lukka Arge er vanliga fyrsti brotskastskjútti, men av tí hon ikki er við, so verður tað helst Pernille Brandenburg, sum tekur fyrsta brotskastið.