Mjølnir-Fleyr 2-3 (23-25, 26-24, 25-18, 22-25, 12-15)
Í einum sera vælspældum og tøttum dysti vunnu ungu havnakvinnurnar á ungu klaksvíkskvinnunum og gjørdust tær harvið Føroyameistarar fyri kappingarárið 2024/2025. Janvbrótari skuldi til fyri at avgera dystin.
Fleyr leikti sera sannførandi 1. settið, men í 2. og 3. settið vísti Mjølnir styrki og vann bæði settini. Væntast kundi nú, at tað fór at vera ein avgreiðsluspurningur hjá Mjølnir at taka meirstaraheitið til Klaksvíkar. Men ungu havnakvinnurnar vildu tað øðrvísi og settu seg tungt á 4. settið og á javnbrótaran.
Nógvir at leikarunum í hesum dystinum eru við á besti kvinnuliðunum hjá Mjølnir og Fleyr og var tað sjónligt við einum sera vælspældum dysti.
Dagsins leikari gjørdist Helena Skylv Hansen hjá Fleyr.