Kyndil átti fimm tær bestu í 2024

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroyska hagtalssíðan í hondbólti, Handballstatz, hevur gjørt hagtølini upp fyri leikararnar í bestu kvinnudeildini fyri kallendaraárið 2024. Besti leikarin í kvinnuhondbóltinum sambært hagtølunum gjørdist Turið Arge Samuelsen úr Kyndli. Greipuvinnararnir úr Kyndli eiga heili seks av tíggju teimum bestu leikarunum í 2024.

Hetta er topp 10 listin:

1 Turið Arge Samuelsen úr Kyndli – 283.9 HBS

Tað kemur kanska ikki óvart á nakran, at á 1. plássið er Turið Arge Samuelsen. Turið hevur skorað heili 354 mál í 2024, ið er 203 mál fleiri enn nummar 2 á listanum. Nevnast kann, at av hesum 354 málunum eru 325 skorað í opnum spæli. Hon skoraði upp á 70,5 prosent av skotunum. Afturat hesum legði Turið up til 72 mál, og fangaði bóltin 24 ferðir.

2 Jovana Stranjanac úr Kyndil – 227.0 HBS

Leikarin við næstflest HBS stigum í 2024 er Kyndilsmálverjin Jovana Stranjanac. Jovana bjargaði flest skotum í 2024 við 317 bjargingum og bjargaði meira enn 40 prosent av skotunum. Eisini hevur Jovana lagt upp til 61 mál, sum er tólvflest av øllum leikarum í 2024.

3 Nadja Pejovic úr Kyndil – 168.3 HBS

Nummar 3 í 2024 er Nadja Pejovic. Nadja hevur skorað 143 mál í 2024 og hevur saman við Bjartu eisini staðið seg sera væl í verjuni, har hon fangaði 22 bóltar og blokkeraði 62 skotum, sum er meira enn nakar annar leikari.

4 Bára Krossteig Hansen úr Kyndil – 156.4 HBS

Nummar 4 gjørdist Bára Krossteig Hansen við 156,4 HBS stigum. Bára hevur skorað 107 mál í 2024, harav 56 hava verið í opnum spælið. Bára hevur tó flest upplegg, nevniliga 172. Við 68 villum hevur hon eitt rímiliga lutfall millum upplegg og villur á 2,53.

5 Bjarta Osberg Johansen úr Kyndil – 151.4 HBS

Fimtmest stig hevði Bjarta Osberg Johansen, ið hevur verið partur av einum Kyndilsliði, ið ikki hevur tapt ein dyst í 2024. Bjarta hevur skorað 118 mál í 2024 við einum høgum skoringsprosenti á 76. Eisini hevur Bjarta verið sera stinn í verjuni, har hon fangaði 21 bóltar, og blokkeraði 54 ferðir.

6 Agnas Funn úr VÍF – 146.7 HBS

Nummar 6 er Agnas Funn úr VÍF. Agnas hevur skorað 124 mál í 2024 og havt næstsíðstu hond á 138 málum. Eisini fangaði hon 24 bóltar í 2024.

7 Anna Elisabeth H. Weyhe úr H71 – 127.9 HBS

Einasta hoyvíkskvinnan og nummar 7 á listanum er Anna Elisabeth H. Weyhe. Anna Elisabeth hevur skorað 147 mál í 2024, harav 62 hava verið uppá brotskøst. Hon legði eins upp til 115 mál í 2024.

8 Yui Shibuya úr Neistanum – 102.1 HBS

Nummar 8 á listanum er málverjin hjá Neistanum, Yui Shibuya. Yui hevur bjargað 261 skotum av 535 møguligum. Tað gevur eitt bjargingarprosent á 32,8. Yui hevur eisini eitt sera høgt bjargingarprosent í brostkøstum á 28,8.

9 Joan Rúnadóttir Johannesen úr Kyndil – 124.3 HBS

Joan Rúnadóttir Johannesen er ein av 6 Kyndils kvinnum, ið fáa flest HBS stig í 2024. Joan hevur skorað 102 mál í 2024 og hevur eitt skoringsprosent á 66,2.

10 Momoko Debes úr STÍF – 116.4 HBS

Nummar 10 á listanum er Momoko Debes. Hon hevur staðið 27 dystir fyri STÍF í 2024 og bjargað 282 skotum. Momoko hevði í 2024 eitt bjargingarprosent á 32,2.


Hvat er HBS?

HBS er ein heildarmeting av leikaraavrikum í hvørjum dysti, og er sett saman av hagtølum og hendingum úr dystinum. Allir partar av spælinum telja við, bæði tey góðu og tey minni góðu tingini. Her er eitt yvirlit yvir, hvussu stigini verða roknað:

  • Mál = +0,7
  • AST (Assist) = +0,5
  • Steal = +0,5
  • Block = +0,3
  • Brotskast mál = +0,4
  • Misnýtt skot = -0,3
  • Villa = -0,5
  • Misnýtt Brotskast = -1
  • 2 min = -0,3
  • Reytt/Blátt Kort = -1
  • Bjarging = +1
  • Mál ímóti = -0,4
  • Brotkasts Bjarging = +2
  • Brotkast ímóti = -0,2
  • Spældan dyst = +1
  • Vunnan dyst = +2