Kyndil er best fyri í løtuni

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tveir dystir vóru í bestu mansdeildini í hondbólti í dag.



Kyndil – StÍF 39-33 (18-14)
Dómaraseðilin á hsf.fo

Kyndil vann 39-33 móti StÍF. Kyndil kom fram um mitt í fyrra hálvleiki, og helt seg framman fyri allan dystin.

Hjá Kyndli skoraði William Skovsager 11 mál, meðan Trúgvi Hávardsson og Martin Toftanes Danielsen skoraðu 7 mál hvør fyri StÍF.


KÍF – Neistin 25-20 (12-9)
Dómaraseðilin á hsf.fo

Meginpartin av fyrra hálvleiki var talan um ein javnan dyst. Men seinastu minuttirnar fyri steðgin fór KÍF nøkur mál fram um, og í steðginum var 12-9 til kollfirðingar. KÍF helt seg framman fyri allan seinna hálvleik og vann dystin greitt 25-20.

Fyri KÍF skoraði Bárður Dam 7 mál, og tað sama gjørdi Pauli Høj fyri Neistan.



Stigatalva Burndeildin

DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil144133803321
StÍF144304022818
VÍF134193625716
H71133893652415
KÍF14361357415
Neistin14348363-1511
Team Klaksvík14351482-1310