Kyndil føroyameistari hjá gentum 18

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Kyndilsgentur eru føroyameistar hjá U18 gentum. Tað er greitt hóast ein dystur er eftira at spæla í deildini.

Avgerandi dysturin millum Kyndil og H71 var spældur leygardagin, og vann Kyndil 27-25 eftir ein sera spennandi dyst, sum ikki var avgjørdur fyrr enn í seinasta minutti.

Kyndilsgenturnar vunnu eisini steypakappingina fyrr í ár og eru sostatt greipuvinnarar.

Stigatalvan gentur 18

DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil103402608018
H7192822146816
EB9283275812
Neistin a10275325-506
Neistin b10261301-404
Tjaldur10205271-662