Burndeildin menn
Neistin – Kyndil 19-26 (8-11)
Nógv havnarfólk vóru komin í høllina á Hálsi í dag at síggja grannadystin millum Neistan og Kyndil í bestu mansdeildini í hondbólti, og tey sóu leingi ein undirhaldandi dyst, sum tó misti tað mesta av spenninginum í seinna hálvleiki.
Fyrri hálvleikur var merkur av góðum verjum og málverjum, tað hevði sjálvandi fá mál við sær.
Her er serliga vert at nevna teir báðar málverjarnar, Tórð Guttesen hjá Kyndli og Mikkjal Hansen hjá Neistanum. Tórður hevur verið nógv skaddur seinastu tíðina og Mikkal hevur í nógv ár verið uttanlands. Í dag vístu báðir, at teir teljast millum teir heilt góðu málverjarnar, og um teir halda tørn, so kunnu teir saktans koma upp á tal at bjóða landliðsmálverjunum av.
Nakrar minuttir fyri hálvleik stóð 8-8. Men so kláraði Neistin ikki ordiliga at halda høvdið kalt, og við trimum skjótum málum, gjørdi Kyndil tað til 11-8 í hálvleikinum.
Kyndil byrjaði eisini betri í seinna hálvleiki og vann sær tann munin, sum skuldi vísa seg at vera avgerandi fyri dystin. 18-11 stóð á máltalvuni, tá ið tíggju minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, og Neistin hevði sera trupult við at skora mál hesa løtuna.
Neistan kom tó eitt lítið sindur við í dystin aftur. Ein offensiv verja við Paula Høj sum eittara riggaði væl eina løtu, og við trimum skjótum mál kom eitt sindur av spenningi í dystin aftur.
Tað vísti seg tó, at Kyndil hevði munin í dag. Neistin hevði nakrar møguleikar, at koma upp aftur nærri, men teir antin skutu teir framvið málinum ella bjargaði Jan Pauli Toft Johannesen, sum nú var komin í Kyndilsmálið.
Móti endanum av dystinum skædnaði veruliga. Neistamenn orkaðu ikki meira, og Tobias Thiesen og hinir á liðnum hjá Kyndli fóru lættliga gjøgnum verjuna hjá Neistanum, og endin varð, at Kyndil vann 26-19.
Kyndil er í einum góðum stima í løtuni og staðfesti við dagsins sigri oddasessin í Burndeildini.
Fyri Neistan skoraði høgri vongur, Niklas Drayton Gaard, seks mál, og hjá Kyndli var sum ikki einaferð Tobias Thisen toppskjútti við níggju málum.
