Faxe Kondi steypakappingin menn, bólkur 2
Kyndil – StÍF 31-26 (14-12)
Nógv stóð upp á spæl undan dystinum í bólki 2 í steypakappingini hjá monnum. Kyndil hevði í fyrsta dystinum tapt fyri H71, og StÍF hevði vunnið á Team Klaksvík. Tí var Kyndil nærum tvungið at vinna dystin og kundi so dátt liva við einum javnleiki.
StÍF kom best í gongd við dystin. Serliga sprelski spælskiparin Trúgvi Havardsson setti ferð á, og áðrenn Kyndil fekk vent sær var 3-0 til gestirnar.
Kyndil fekk tó skjótt fartur í verjupartinum. Tórður Guttesen stóð væl í málinum, og leiðslan hjá StíF hvarv skjótt.
Besti málskjúttin hjá Kyndli í ár, Tobias Thiesen fór av høgra bakki yvir á vinstra bakk, og við nøkrum málum var hann við til at leggja Kyndil fram um. 14-10 var støðan, tá ið 24 minuttir vóru spældir.
Hóast Kyndil var væl betra liðið í fyrra hálvleiki, so gjørdi StÍF ein vørr beint fyri steðgin. Teir komu niður á tvey mál, men ógvuliga sigandi fyri hendan dystin hjá StÍF, so brendi Pætur Barclay eitt brotskast beint fyri steðgin. Hetta var triðja brotskastið strandingar brendu.
Tað kann nevnast, at brøðurnir Høgni F. Gaard og Andrias F. Gaard dømdu hendan dystin. Teir døma vanliga í bestu donsku deildini. Tað sá eisini út til, at leikarar og venjarar høvdu stóra virðing fyri teimum, tí eingin segði eitt øvut orð við teir allan fyrra hálvleik. Í seinna hálvleik var hendan virðing kortini gloymd, og dómararnir fingu øll tey vanligu orðini oman yvir seg frá báðum pørtum.
Kyndil fór beinanvegin eftir steðgin fram um 17-13, og venjarin hjá StÍF, Jesper Bak, tók beinanvegin leikbrá fyri at venda gongdini. Øll í høllini hoyrdu, meðan venjarin skeldaði sínar leikarar, og leikbráið mynti ikki sørt, um eitt tiltikið leikbrá fyri nógvum árum síðan, tá ið táverandi venjarin hjá StÍF, Pole Hansen, gav sínum leikarum ein verbalan umgang.
Leikbráið hjálpti heldur einki, tí Kyndil dróg spakuliga frá StÍF, sum formáddi sær lítið hesa løtuna.
Spælið hjá StÍF tyktist ógvuliga febrislkt og óskipað. Tað sá út til, at StÍF ikki ordiliga visti, nær teir skuldu spæla skjótt fram eftir vøllinum, og nær teir skuldu taka tað rógligt og byggja álopini upp.
Kyndil helt fram við sínum trygga spælið, og tá ið William Skovsager skoraði til 24-16, tá ið eitt korter var spælt av seinna hálvleiki, var lítið, sum bendi á, at nakar spenningur fór at koma í dystin.
StÍF tók enn eitt leikbrá, og hesaferð var tosað meira róliga, og kanska tað hjálpti. Sofus í Selvindi Nattestad sendi tvey brotskøst í málið, og so tók Kyndil leikbrá.
StÍF helt fram við sínum kvika spæli. Eina løtu eydnaðist eisini at lúka teir flestu feilirnar úr spælinum, og tað eydnaðist at koma í gjøgnum heldur tungu verjuna hjá Kyndli.
Í verjupartin fór StÍF eisini at arbeiða harðari, og mansverjan av Tobias Thiesen sá eisini út til at órógva Kyndil nógv. Munurin kom eisini heilt niður á tvey mál, 27-25, tá ið seks minuttir vóru eftir.
Nú sníktu mistøkini seg aftur inn í spælið hjá StÍF, og í málinum hjá Kyndil tók dagsins leikarari, Tórður Guttesen, nøkur skot, og so var eingin vegur aftur hjá StÍF. Kyndil helt stand, og vann dystin uppiborið 31-16.
Fyri Kyndil skoraði Tobias Thisen átta ferðir, og hjá StÍF var Trúgvi Hávardsson toppskjútti við seks málum.
Stigatalva Faxe Kondi steypakappingini menn bólkur 2
Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig | |
Kyndil | 2 | 53 | 53 | 0 | 2 |
H71 | 1 | 27 | 22 | 5 | 2 |
StÍF | 2 | 57 | 52 | 5 | 2 |
Team Klaksvík | 1 | 21 | 31 | -10 | 0 |