Kyndil hevði munin í spøkum dysti

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

SMS-deildin kvinnur
Kyndil – H71 33-30 (14-15)

So var aftur landskappingardystur á skránni, eftir spennandi og undihaldandi steypakappingardystir. Tað sást eisini aftur, at hesin dysturin ikki hevði eins nógv at siga. Fáir áskoðarar, og leikararnir løgdu ikki líka nógv fyri, sum í teimum heilt spennandi dystunum.

Tað gekk javnt á frá byrjan. Kyndil var fyri ta mesta framman fyri við umleið trimum málum. Jovana Stranjanac hevði nógvar bjargingar av veinginum, og hóast Kyndil hevði rímiliga lætt við at koma í gjøgnum í hinum endanum, so gjørdu tær samstundis so nógvar tekniskar feilir, at tær ikki komu frá H71.

Liðini fylgdust allan fyrra hálvleik, men beint fyri hálvleik skoraði H71 nøkur mál á rað, sum gjørdu , at H71 var framman fyri 14-15 í steðginum.

Liðini hildu fram at fylgjast eftir steðgin. Kyndil kom tó aftur fram um við tveimum málum, og tað var einamest Jovanu Stranjanac fyri at takka, hon hevði javnt og samt góðar bjargingar. Í hinum endanum tóku málverjarnir hjá H71 ikki tað stóra.

Tað gjørdist tó ongantíð tann stóri munurin á liðnunum. Hetta var týðiliga ikki ein verjudystur, og liðini komu til møguleikar í nærum hvørjum álopi.

Tá ið eitt korter var spælt av seinna hálvleiki var javnt 24-24, men Kyndil fór frá aftur, og tá ið H71 ikki kláraði at minka um munin í einum yvirtali fór Kyndil fram um við trimum málum.

Móti endanum av dystinum fór Kyndil avgerandi fram um og vann dystin 33-30. Serliga Bára Krossteig Hansen hevði lætt við at koma gjøgnum verjuni hjá H71 seinastu minuttirnar.

Hjá Kyndli skoraði Bára Krossteig Hansen 10 ferðir, og fyri skoraði Anna Elisabeth H. Weyhe 7 ferðir.


SMS-deildin kvinnur
Kyndil – H71 33-30 (14-15)

Kyndil

  • Bára Krossteig Hansen 10
  • Turið Arge Samuelsen 8
  • Bjarta Osberg Johansen 6
  • Nadja Pejovic 5
  • Natasja Hammer 3
  • Joan Johannesen 1
  • Asta Sofía F. Hansen
  • Beinta Poulsen
  • Jovana Stranjanac
  • Katrin Hansen
  • Marjun Jansdóttir
  • Gylta Djurhuus á Neystabø
  • Brá Reginsdóttir

Útvísingar:

  • Bára Krossteig Hansen : 1
  • Nadja Pejovic : 1

H71

  • Anna Elisabeth H. Weyhe 7
  • Tóra Róadóttir 6
  • Maria H. Weyhe 4
  • Elsa Egholm 3
  • Karina Debes Heinesen 3
  • Sofe Kornelius 3
  • Karin Egholm 2
  • Lukka Arge 1
  • Lea S. L. Brockie 1
  • Alda av Skarði
  • Maria Beder
  • Fjóla Skaalum Vilhelm
  • Brynhild Pálsdóttir
  • Anita Dahl

Útvísingar:

  • Karin Egholm : 1
  • Karina Debes Heinesen : 1

Dómarar:
Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen og Jógvan Skeel Nolsøe


Stigatalva SMS-deildin

DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil1760537023534
VÍF1857641316329
H711757545212327
Neistin174494272219
StÍF15336423-8710
Stjørnan16406515-1096
EB18438604-1665
VB16359540-1814