Í bestu mansdeildin í hondbólti deildu Kyndil og H71 stigini, tá ið tey møttust í høllini á Hálsi í kvøld.
Liðini fylgdust so at siga allan dystin, men nakrar ferðir var Kyndil frammanfyri við meira enn einum máli. Í hálvleikinum var 14-14. Rókur Ziskason javnaði við beinleiðis fríkasti framvið múrinum í seinasta sekundi.
Liðini fylgdust eisini í seinna hálvleiki. Men tá ið tíggju minuttir vóru eftir, var Kyndil framman fyri 30-27, sum var størsti munurin í dystinum.
Tá ið tveir minuttir vóru eftir, førdi Kyndil 34-32, men Jákup Egholm hjá H71 skoraði tvey tey seinastu málini í dystinum, tað seinna upp á brotskast. Harvið endaði dysturin 34-34.
Tað eina stig ger, at Kyndil nú bara manglar eitt stig fyri at tryggja sær fyrsta plássið í grundspælinum, sum gevur beinleiðis atgongd í hálvfinalurnar.
William Skovsager skoraði mest 12 mál fyri Kyndil, meðan Rókur Ziskason var toppskjútti hjá H71 við 8 málum.
Burndeildin menn
Kyndil – H71 34 – 34 (16 – 16)
Kyndil:
- William Skovsager 12
- Høgni Klein Olsen 8
- Tobias Thisen 3
- Rógvi Dal Christiansen 3
- William Summers Nolsøe 2
- Ovi Lützen 2
- David Edvardsen 2
- Simon Højmark Petersen 1
- Andrias Berglíð Sólsker 1
- Erling Erlendsson
- Rókur Akralíð
- Jan Pauli Toft Johannesen
- Tórður Skorheim Guttesen
- Jákup Jørgensen
- Ragnar Wardum
- Tummas Jákup Sørensen
Útvísingar:
- Andrias Berglíð Sólsker: 1
H71:
- Rókur Ziskason 8
- Brian Slyne 6
- Jón Rói M. Høgnesen 5
- Jákup Egholm 5
- Høgni Højsted 4
- Høgni Heinason 4
- Torstein Sivertsen 1
- Ári Jógvansson Olsen 1
- Louis Christy
- Hans Kári Hansen
- Ingi Johannesen
- Haraldur Karlsson
- William Napoleon Djurhuus
- Jón Eyðunsson Midjord
- Jógvan Andreas Lamhauge
Útvísingar:
- Jón Rói M. Høgnesen: 1
- Rókur Ziskason: 1
Dómarar:
- Hannis Wardum og Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen
Stigatalva í Burndeildini
Dystir | +mál | -mál | Munur | Stig | |
Kyndil | 16 | 478 | 442 | 36 | 24 |
VÍF | 15 | 482 | 422 | 60 | 18 |
StÍF | 15 | 461 | 437 | 24 | 18 |
H71 | 15 | 461 | 424 | 37 | 18 |
KÍF | 15 | 389 | 388 | 1 | 15 |
Neistin | 16 | 408 | 422 | -14 | 14 |
Team Klaksvík | 16 | 407 | 551 | -144 | 1 |