Faxe Kondi steypakapping menn – bólkur 2
Kyndil – Team Klaksvík 40-27 (22-13)
Kyndil hevði, sum væntað, als ongar trupulleikar við at vinna móti Team Klakvík í høllini á Hálsi í Havn í kvøld. Harvið er Kyndil komið í hálvfinalurnar í steypakappingini, har teir skulu spæla móti VÍF í gamla klassikaranum í føroyskum manshondbólti.
Í kvøld legði Kyndil seg fram um við fleiri málum beinanvegin í dystinum. Serliga Høgni Klein Olsen á vinstra veingi skoraði nógv mál fyrstu løtuna, og okkurt bendir á, at fyrrverandi landsliðsleikarin er um at finna aftur á lagið, eftir at hann ikki ordiliga rakti hæddirnar, tá ið hann kom heim aftur seinasta kappingarár.
Kyndil hevði als ongar trupuleikar at koma gjøgnum viðopnu verjuna hjá Team Klaksvík, og Tobias Thisen og William Skovsager gjørdu nærum, sum teimum lysti.
Í hálvleikinum førdi Kyndil 22-13, og úrslitið gjørdist 40-27.
Tobias Thiesen var enn einaferð toppskjútti hjá Kyndli við 10 málum, meðan formaður Fólkafloksins, Beinir Johannesen skoraði 5 fyri Team Klaksvík
Stigatalva Faxe Kondi menn – Bólkur 2
Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig | |
H71 | 3 | 109 | 72 | 37 | 6 |
Kyndil | 3 | 93 | 80 | 13 | 4 |
StÍF | 3 | 88 | 84 | 4 | 2 |
Team Klaksvík | 3 | 67 | 121 | -54 | 0 |