Fjórða FM-finalan í bestu mansdeildini í hondbólti verður spæld í Hoyvíkshøllini i kvøld klokkan 20.15.
Kyndil vann triðju finaluna sunnudagin rímiliga greitt 28-23 og hava harvið vunnið tvær finalur. H71 hevur vunnið eina.
Tað merkir, at áður so sigursvanda liði í føroyskum manshondbólti, Kyndil, við einum sigri í kvøld kann gerast føroyameistari fyri fyrstu ferð í átjan ár.
Lagt er upp til eitt veruligt brak í Hoyvíkshøllini í kvøld.
FM-finalur í Burndeildini menn
- Fríggjadagur 19. apríl: Kyndil – H71 28-29 (13-12)
- Hósdagur 24. apríl: H71 – Kyndil 31-33 (18-17)
- Sunnudagur 27. apríl: Kyndil – H71 28-23 (17-14)
- Mikudagur 30. apríl: H71 – Kyndil, Hoyvíkshøllin, kl. 20:15
Møgulig fimta finala
- Leygardagur 3. mai: Kyndil – H71, Høllin á Hálsi, kl. 18:00