Kyndil hevur sett nýggjan høvuðsvenjara til kvinnurnar. Talan er um Pether Krautmeyer úr Svøríki, sum eisini verur ungdómsmennari.
Pether Krautmeyer er 56 ára gamal, kemur úr Svøríki, og hevur millum annað verið hjálpar- og høvuðsvenjari í Holtebro Håndbold frá 2008 til 2023.
Umframt at hava tikið sær av fremstu deildunum, hevur hann eisini vant ungdómsdeildir. Pether hevur eisini lokið útbúgvingina sum styrkivenjari, sum kvinnurnar eisini fáa ágóðan av. Nýggi venjarin kemur til Føroya seinni í mánaðanum.
Nýggi formaðurin í Kyndli, Heini Poulsen Hellisdal, sigur soleiðis:
– Nevndin hevur seinastu tíðina leitað eftir einum nýggjum høvuðsvenjara til kvinnurnar, ið eisini skuldi vera virkin innan ungdómsarbeiðnum, soleiðis at flytingin millum yngri deildirnar og bestu deildina verður fyrireikað og framd á bestan hátt. Við Pether hava vit funnið eina spennandi loysn, ið kemur við drúgvum royndum.