Kyndilskvinnur skulu royna at svara aftur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í kvøld klokkan 17.45 verður onnur FM-finalan í SMS-deildini spæld í Hoyvíkshøllini.

Eitt sindur óvæntað vann H71 fyrstu finaluna, og Kyndilskvinnur taptu harvið sín fyrsta landskappingardyst í nærum tvey ár.

Tað riggaði væl hjá H71 við ein offensivari 5-1 verju at steðga álopinum hjá Kyndli, og í kvøld skal Kyndil royna at finna nýggjar loysnir og spælskipanir at koma gjøgnum verjuna hjá H71.

FM-finalur í SMS -deildini við kvinnum

Spældar finalur

  • Sunnudagur 27. apríl: Kyndil – H71 24-29 (11-13)

Komandi finalur

  • Mikudagur 30. apríl: H71 – Kyndil, Hoyvíkshøllin, kl. 17:45
  • Leygardagur 3. mai: Kyndil – H71, Høllin á Hálsi, kl. 15:30

Møguligar fjórðu og fimtu finalur

  • Mikudagur 7. mai: H71 – Kyndil, Hoyvíkshøllin, kl. 19:00
  • Leygardagur 10. mai: Kyndil – H71, Høllin á Hálsi, kl. 18:00