Kyndilslogin lýsti og tárini runnu

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Burndeildin menn, 5. FM-finala
Kyndil – H71 24-23 (10-9)

Eftir átjan ára oyðimarkargongd í landskappinini eru menninir hjá Kyndli aftur føroyameistarar. Teir vunnu fimtu og avgerandi finaluna 24-23 móti H71

Og tað sást á frøini hjá grønu kyndilsfólkunum, at meistaraheitið var kærkomið. Í ovfarakæti runnu tey inn á vøllin, áðrenn Kyndil slapp at taka seinasta brotskastið, sum ongantíð varð tikið.

Sigurstárini runnu og rómurin mundi ongan enda tikið. Eitt framúr kappingarár hjá Kyndli endar í gullrúsi, og mest vinnandi felagið í føroyskum manshondbólti er aftur á føroysku hondbóltstrónuni.

Kyndil var í síni tíð í 60- og 70’árunum nærum einaráðandi í manshondbólti. Í 80’unum og 90’unum var Kyndil stundum í miklum stríðið við VÍF um meistaraheitið, og fyrst í hesi øldini var Kyndil eisini fleiri ferðir føroyameistari.

Nú er Kyndil aftur føroyameistari. Hjartaliga til lukku við tí.


Kyndil byrjaði betri og skoraði trý tey fyrstu málini í dystinum, og H71 hevði trupult við at koma gjøgnum tøttum kyndilsverjuna fyrstu álopini.

H71 svaraði tó skjótt aftur. Jákup Egholm fór úr spískum av vinstra veingi og hann setti eisini eitt kontraálop í málið.

Nú var hesin dysturin, sum kundi kallast ein verjudystur, fullkomuliga javnur, og liðini skiftust um at vera framman fyri.

Verjurnar stóðu sera væl, og serliga Tóraldur Kollsker í málinum hjá H71 hevði fleiri sera góðar bjargingar.

Hjá Kyndli var tað serliga Tobias Thiesen, sum fann vegin til málið. Meðan høgri vongur hjá H71, Jón Rói Høgnesen skoraði trygt fleiri ferðir.

Bæði liðini fingu onkra útvísing, og tað dugdi Kyndil betri at gagnnýta. Tað var kortini ikki nokk til at fara frá Kyndli, og málfátæki fyrri hálvleikurin endaði 10-9 til Kyndil.


Tað gingu fleiri álop, áðrenn fyrsta málið kom í seinna hálvleiki. H71 hevði lættari við at koma til møguleikarnar. Men Tórður Guttesen bjargaði meistarliga einum brotskasti og einum fríum møguleika.

Ovi Lützen hjá Kyndli skoraði fyrsta málið í seinna hálvleiki, og H71 fekk eisini hol. Liðini hildu fram at fylgjast.

Kyndil helt seg kortini frammanfyri. Teir báðir Tobias Thiesen og William Skovsager gingu undan í álopinum, og Tórður Guttesen veruliga stórspældi hesa fyrstu løtuna í seinna hálvleiki. Eisini má Rókur Akralíð í verjuni hjá Kyndli nevnast. Hann spældi ein sannan branddyst í verjuni, og tað er stuttligt at síggja so gott og hugsavnað verjuspæl.

Tá ið Kyndil førdi 14-11 hevði Tóraldur Kollsker eina sera týðandi bjarging , tá ið Rógvi Dal Christiansen kom púra leysur í skjótálopi, og í hinum endanum bjargaði Tórður Guttesen sínum triðja brotskasti.

Spælið var ógvuliga hart hesa løtuna, men dómararnir kláraðu halda høvdið kalt, og í mun til kontantu verjurnar, so vóru fáar útvísingar.

Tað var Kyndil, sum hevði yvirskotið. William Skovsager vísti okkum nøkur dømi upp á síni stílfullu hoppiskot, og Tobias Thiesen høgdi okkurt standiskot í málið.

Við støðuna 17-13 tók, tá ið 15 minuttir vóru spældir, tók H71 leikbrá og fór at spæla sjey móti seks.

Tað hjálpti. H71 kom aftur gjøgnum verjuna, og nú skoraði Jákup Egholm upp á brotskast, meðan Kyndil brendi frá brotskaststrikuni.

Kyndil helt seg kortini frammanfyri alla tíðina, og serliga William Skovsager gagnnýtti hvønn einasta veikleika í verjuni hjá H71.

Kyndil helt seg frammanfyri við tveimum ella trimum málum eina góða løtu. Men tá ið H71 fekk eina útvísing og fimm minuttir vóru eftir, minkaði Helgi Hoydal til 22-20. So bjargaði Tóraldur meistarliga skotið frá leysa veinginum William Summers Nolsøe, áðrenn Helgi Hoydal minkaði til 22-21.

Nú fylgdust liðini nøkur álop, men Tobias Thiesen sendi eitt sera týðandi undirhondskot í málið, tá ið hálvurannar minuttir var eftir, og støðan var 24-22.

H71 tók leikbrá, men tveitti bóltin burtur. Og hóast Kyndil misnýtti sítt álop, so var tað ikki nokk , at Brian Slyne minkaði til 24-23.

Kyndil helt høvdið kalt seinastu sekundini, og endaði sum nevnt við at fáa brotskast, sum ongantíð var tikið.

Úrslitið gjørdist sostatt 24-23, og Kyndil koppaði H71 av trónuni, eftir at hoyvíkingar hava vunnið trý ár á rað.

Fyri Kyndil skoraði William Skovsager 7 ferðir, og hjá H71 var Jákup Egholm drúgvasti málskjúttin við 9 málum.

FM-finalur í Burndeildini menn

  • Fríggjadagur 19. apríl: Kyndil – H71 28-29 (13-12)
  • Hósdagur 24. apríl: H71 – Kyndil 31-33 (18-17)
  • Sunnudagur 27. apríl: Kyndil – H71 28-23 (17-14)
  • Mikudagur 30. apríl: H71 – Kyndil 34-31 (19-13)
  • Leygardagur 3. mai: Kyndil – H71 24-23 (10-9)

Kyndil er føroyameistari 2025