Tað skal vera bíligari fyri barnafamiljur at hava børn í vøggustovu í Havn. Býráðsmeirilutin hevur skotið upp, at gjaldið lækkar umleið 300 krónur um mánaðin.
Í Tórshavnar kommunu skulu allar barnafamiljur hava møguleika fyri dagsstovnaplássi til børnini. Sum skipanin er í dag, rinda foreldur fyri dagstovnagjald í ellivu mánaðar um árið. Hava foreldur fleiri børn, rinda tey bert fyri yngsta barnið.
Foreldragjaldið verður ásett av einum føstum prosentsatsi av, hvat tað kostar at reka dagstovnarnar í kommununi, og kommunan rindar restina. Foreldragjaldið er í dag 27 prosent av rakstrinum, og meirilutin vil, at gjaldið til vøggustovu lækkar tvey prosent, úr 27 prosentum niður í 25 prosent. Hetta samsvarar við eina lækking á 298 krónur – úr 4.019 krónur niður í 3.721 krónur.
Býráðið í Tórshavnar kommunu skal í dag taka støðu til, um gjaldið skal lækka úr 27 prosentum niður í 25 prosent fyri vøggustovupláss. Uppskotið kostar kommununi umleið 1,8 milliónir krónur.
Meirilutin vónar at gera tað lættari fyri barnafamiljur at fáa atgongd til góðar dagstovnatænastur og betra fíggjarliga støðuna hjá familjum við smábørnum í Tórshavnar kommunu.