Í Gøtu er nú komið væl áleiðis við at útbyggja læknamiðstøðina. Talan er um eina verkætlan fyri níggju milliónir krónur sum byggifelagið Articon fekk til uppgávu at útføra fyri Eysturkommunu.
Ein 28 metur langur og 11 m breiður uppíbygningur til læknamiðstøðina í Norðragøtu varð reistur fyri umleið einum mánað síðan. Einir 300 fermetrar eru soleiðist lagdir aftur at verandi læknamiðstøð, sum harvið kemur upp í dupulta stødd.
Tíðarætlanin eitur 16. desember men orsakað av seinkingum vegna verkfallið fyrr í ár kann roknast við at arbeiðið verður liðugt umleið tvær til fýra vikur seinni enn ætlað, upplýsir Eysturkommuna.
“Vónandi verður arbeiðið liðugt til jóla, men tað kann koma at taka eitt sindur longri tíð,” segði eitt umboð fyri Articon. “Vit arbeiða so fram ímóti at tey nýggju hølini í øllum førum kunnu takast í brúk tá jólafrítíðin er av.”
Tann nýggi parturin hevur tvey nýggj viðtaluhøli við tilhoyrandi kanningarhølum umframt arbeiðshøli til læknalesandi eisini við tilhoyrandi kanningarhølum, sigur Steinur Poulsen, verkætlanarleiðari hjá Eysturkommunu. Hartil koma skrivstovuhøli og annað.
Tann eldra partin av læknamiðstøðini verður tó einki gjørt við fyribils – fyrst skal kommunustýrið taka avgerð um hvussu tey hølini skulu gagnnýtast tá ið tann nýggi bygningurin er tikin í nýtslu.
“Hugskotið við útbyggingini er í stuttum at betra umstøðurnar í læknamiðstøðini,” segði Steinur Poulsen við FM1. “Hetta fer eisini at geva meira pláss og størri møguleikar.”
Ein lækni er knýttur at læknamiðstøðini í Gøtudali. Harumframt er samstarv við kommunulæknan í Fuglafirði.