, ,

Læknataskan legði upp til mál

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Kappingin um uruguayanska meistaraheitið í 1933 stendur sum mest umstrídda meistaraheitið í søguni og hon verður framvegis javnan havd á lofti millum fjeppararnar hjá Nacional og Peñarol. Finalan verður kallað “Læknatasku-dysturin”.

Tá 27 umfør vóru spæld í kappingini um uruguayanska meistaraheitið í 1933, høvdu bæði Nacional og Peñarol 46 stig, tískil noyddust liðini at spæla ein umdyst fyri at finna vinnaran teirra millum. Finalan skuldi spælast 27. mai 1934 á Estadio Centenario.

Stríðið kyknaði, tá João de Almeida “Bahía” frá Peñarol skeyt við síðuna av málinum. Bólturin rakti læknataskuna hjá Nacional og hevði heilt týðiligt verið uttanfyri. Bólturin støkk inn aftur á vøllin, har Juan Peregrino Anselmo fekk fatur á bóltinum og legði upp til Braulio Castro, sum í 70. minutti skoraði umstrídda málið. Dómarin dømdi mál. Nacional-leikararnir vóru sjálvandi fúkandi óðir, tí Nacional helt seg hava verið fyri stórum órætti og vreiðin breiddi seg til harðskap.

Tríggir Nacional-leikarar, José Nasazzi, Ulises Chifflet og Juan Miguel Labraga, vórðu vístir av vølli fyri í argilsi um málið at leypa á dómaran, Telésforo Rodríguez, sum orsakað av skaða ikki kundi halda áfram. Annar linjuverjin, Luis Scandroglio, tók við ábyrgdini av dystinum í 70. minutti, men steðgaði beinanvegin dystinum orsakað av vánaligum ljósviðurskiftum. Ruðuleikin var fullkomin.

Meira enn tveir mánaðir seinni, tann 30. juli, avgjørdi Kappingarnevndin at kolldøma málið hjá Peñarol og strikaði útvísingina av Ulises Chifflet, men staðfesti hinar báðar. Hon avgjørdi eisini, at seinastu tjúgu minuttirnir skuldu spælast 20. august, men handan stongdar dyr fyri at sleppa undan øktu sinnisstøðuni rundan um dystin. Avgerðin staðfesti eisini, at Nacional skuldi spæla restina av dystinum við við 9 leikarum. Hóast teir bert vóru 9 mans, so stóð Nacional ímóti teir seinastu 20 minuttirnar umframt báðar longdu leiktíðirnar (samanlagt fleiri enn 80 minuttir) við einans níggju spælarum. Í einari sera óvanligari avgerð leiktu teir nevniliga enntá tvær ferðir longda leiktíð (undir vanligum umstøðum høvdu teir spælt eina ferð longda leiktíð), men úrslitið var framvegis málleysur javnleikur. Fjeppararnir hjá Nacional minnast tískil dystin sum “9 ímóti 11”.

Onnur finalan, hesaferð ein vanligur dystur, varð spæld tann 2. september og enntá aftur tvær ferðir longd leiktíð, men framvegis fekst ongin avgerð. Sostatt gjørdist talan um 300 minuttir av fótbóltsspæli millum bæði liðini – uttan mál.

Triði og seinasti dysturin millum bæði liðini tann 18. november ýddi kortini í spenningi, og tað var í høvuðsheitum einum manni at takka fyri: Einermda Héctor Castro. El Divino Manco skoraði eitt trítyssi av málum, tá ið hann hann tvær ferðir javnaði, áðrenn hann skoraði vinnandi málið í einum hugtakandi 3-2 sigri fyri Nacional á Peñarol, sum gjørdi enda á einum ófatiliga langdrignum stríði um meistaraheitið; nærum seks mánaðir eftir umstrídda fyrstu finaluna. Tær margháttligu umstøðurnar, sum høvdu ført til, at dysturin varð ásettur tríggjar ferðir, førdu við sær, at uruguayanska meistaraheitið fyri 1933 ikki varð handað Nacional fyrr enn, so løgið tað ljóðar, tann 18. november 1934.