Kommunulæknarnir gevast í morgin á læknavaktini á Landssjúkrahúsinum, og skalt tú ringja til læknavaktina á telefonnummar 1870, so fer hetta nummarið ikki at svara.
Kommunulæknarnir boða frá, at frameftir fara teir at arbeiða á øðrum stað, og at samband fæst við kommunulækna við at ringja til tann læknan, sum hevur vakt.
Frameftir fara kommunulæknarnir at kunngera hvørja viku, hvat telefonnummar kann ringjast til á hvørjum degi, og um hugt verður eftir vaktarskipanini, ið kommunulæknarnir hava gjørt fyri dagarnar 1. Juni til 7. Juni, sæst, at talan er um ikki færri enn 16 telefonnummur.
Tað er ikki greitt, hví kommunulæknarnir gevast at svara telefonini hjá læknavaktini, og tað er ikki eydnast okkum at fáa samband við Marjus Dam, formanni í kommunulæknafelagnum.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, fekk í gjár fyrispurning frá Sólvit Nolsøe júst um læknavaktina og um at skipanin virkaði ov illa.