Lærarfelagið hevur goldið – Fíggjarmálaráðið rættir ikki sínar feilir

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í skriva á heimasíðu felagsins er Jacob Eli Olsen, formaður í Lærarafelagnum, als ikki nøgdur, at tað bert var Lærarafelagið, sum varð sektað, hóast fleiri fakfeløg brutu somu fráboðanarfreist, tá ið samhugaverkfall var við Sjúkrarøktarfelagnum 3. novembur 2023.

Í hesum førinum var tað bert Lærarafelagið, sum fekk bót á 250.000 krónur.

Hann kallar tað margháttligt, at felagið skal haldast í eini bótaskipan, sum annars er avtalað, at vit ikki skulu hava í Føroyum. Høvuðsavtalan, sum felagið er bundið av, kom í lag áðrenn Fasti gerðarættur varð skipaður, og í nýggju skipanini er eingin heimild at geva fakfeløgum bót.

Samhugaverkfallið varð hildið, eftir at landsstýrið lóggav undantøk, sum kravdi, at sjúkrarøktarfrøðingar í verkfalli máttu aftur til arbeiðis. Fleiri fakfeløg mótmæltu hesi inntrivini og boðaðu frá verkfalli.

Jacob Eli sigur, at Lærarafelagið hevur goldið Fíggjarmálaráðnum ásettu bótina, men sigur eisini at Fíggjarmálaráðið ikki rættar sínar feilir.

Fíggjarmálaráðið gav nevniliga eftir verkfallið boð um at trekkja lærarar í løn, hóast heimild ikki var fyri hesum. Ráðið hevur viðurkent, at talan var um ein feil, men lærarar hava ikki fingið endurgjald enn.

Jacob Eli Olsen sigur, at Lærarafelagið vil røkja sínar skyldur, men heldur ikki, at tað skal hava verri umstøður enn onnur fakfeløg. Felagið vil hava somu rættindi og atlit á føroyska arbeiðsmarknaðinum.