Lagnan hjá Suðuroyartunlinum og pensjónsaldurin avgjørd í dag

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Løgtingið hevur sín seinasta regluliga tingfund í hesi tingsetuni í dag klokkan 9.30.

Á skránni er 3. viðgerð av stórmálunum um Suðuroyartunnilin og at hækka pensjónsaldurin, og nøkur atknýtt mál.

Tað er stórur spenningur undan tingfundinum í dag, og stórur spenningur hevur í nakrar vikur verið um lagnuna hjá hesum báðum málunum. Millum annað hevur ein arbeiðsbólkur kanna nærri, um tað loysir seg at koyra Suðuroyartunnilin niður norðan fyri Sandsbygd í staðin fyri í Djúpadali.

Alt bendir tó á, at málið um Suðuroyartunnil fer í gjøgnum í upprunalíki, við tí lítlu broyting, at Skúvoyggin skal kannast nærri.

Viðvíkjandi pensjónsmálinum tykist eitt sindur meira ivasamt um tað ferð í gjøgnum. In.fo skrivaði í gjár, at sum tað skilst á lagnum, so eru tað nøkur tingfólk, eini trý, úr Javnaðarflokkinum, sum fara at atkvøða ímóti pensjónsmálinum. Eisini er minst eitt tingfólk úr Tjóðveldi, sum fer at atkvøða ímóti skilst millum fólk, sum fyglja væl við tí, sum fer fram í politisku flokkunum, sambært in.fo.

Málið um pensjónaldurinum kemur fyrst fyri á tingfundinum í dag, og skuldi tað fallið, er torført at spáa um, hvussu tingfundurin fer víðari fram, tí millum annað Framsókn hevur sett sum treyt fyri at atkvøða fyri Suðuroyartunlinum, at pensjónsaldurin verður hækkaður.

Tingfundur
Dagsskráin, mánadagur, 19. mai 2025, kl. 09:30

3. viðgerð LM-073/2024 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Áseting av pensjónsaldri)

3. viðgerð LM-109/2024 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Tíðartreytað pensjón o.a.)

3. viðgerð LM-071/2024 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov om en investeringsfond for Færøerne m.v. (Um støðuna hjá grunninum sum almennur grunnur, rentufrítt og avdráttarfrítt lán til P/F Vága Floghavn og P/F Suðuroyartunnilin o.a.)

3. viðgerð LM-072/2024 – Uppskot til løgtingslóg um Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum

Framløga