Lampedusa druknar í flóttafólkum

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Yvir 5.000 flóttafólk eru komin til lítlu italsku oynna Lampedusa, ið liggur skamt eystanfyri Tunesia.

Ongantíð áður eru so nógv flóttafólk komin til oynna upp á ein dag. Næstan 1.000 flóttafólk komu beint eftir midnátt mikudagin, skrivar ANSA-tíðindastovan.

Eitt fimm mánaðar gamalt barn druknaði í morgun, eftir kaotiska landseting av bjargaðum flóttafólkum frá einum sjóverjuskipi, sum legði at kai í Lampedusa-býi.

Týsdagin komu 110 bátar við 5.112 flóttafólkum til Lampedusa. Í morgun hava myndugleikarnir á staðnum talt 23 aðrar bátar.

Sambært ANSA-tíðindastovuni, so valdar ruðuleiki í havnini í Lampedusa, tí túsundatals flóttafólk eru í løtuni á molanum, og tey fólkini, sum taka sær av flóttafólkum, eru útlúgvaði.

Borgarstjórin í Lampedusa hevur biðið italska forsætisráðharran, Meloni, um hjálp, tí oyggin druknar í flóttafólkum, sum hann málber seg, sambært ANSA.

Lítla italska oyggin er 20 ferkilometrar til støddar, og tað búgva 6.000 fólk á oynni.

Í roynd og veru var tað ein kvinnuligur lærari, sum fekk hann til at byrja sína fótbóltsleið, tá hon sá hann spæla í skúlanum. Tá hon var ein íðin fjeppari hjá Aberdeen Fooball Club, fekk hon hann til at byrja í Aberdeen Lads' Club.

Lampedusa liggur miðskeiðis millum Tunesia og Malta (Mynd: Google Maps)