,

Landbúnaðarpolitikkur skal tryggja sjálvbjargni

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur sent uppskot til nýggjan landbúnaðarpolitikk fyri 2025-2035 til almenna hoyring.

Endamálið við nýggja landbúnaðarpolitikkinum er at gera Føroyar meira sjálvbjargnar við burðardyggum, heilsugóðum og staðbundnum landbúnaðarvørum.

Uppskotið byggir á tilmæli frá verkstovum og fundum við feløg, einstaklingar og politiskar flokkar. Millum málini fyri landbúnaðin eru økt framleiðsla av grønmeti, kjøti og mjólkarvørum, betri lønsemi, íløgur og samstarv við aðrar vinnugreinar, heilsugóðan mat í almennum køkum, lættari atgongd til føroyskar vørur og verja av landbúnaðarjørð.

Fyri at fremja politikkin í verki, verður hann lagdur fram sum ein samlaður pakki við fleiri lógaruppskotum og kunngerðarbroytingum. Millum hesi uppskot eru broytingar í løgtingslóg um landsjørð og búnaðargrunn, nýtt lógaruppskot um landbúnaðarstuðul og broytingar í nevndarsamansetingini hjá P/F Visit Faroe Islands, har millum annað landbúnaðurin fær umboð í nevndina.

Uppskotini eru nú tøk til hoyringar á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, og freistin at viðmerkja er 3. februar 2025.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vónar at fáa nógv hoyringarsvar, sum kunnu hjálpa at tillaga uppskotini, áðrenn tey verða løgd fyri Løgtingið.