Landsbankin: Fíggjarstøðan fer at batna eftir rentulækking

Skrivað

FM1

Dagfesting

Í farna mánað lækkaði evropeiski miðbankin rentuna við 0,25 prosentstigum. Eftir at evropeiski miðbankin boðaði frá síni rentulækking, lækkaði danski Nationalbankin eisini rentuna fyri at halda kursin á donsku krónuni støðuga í mun til evruna.

– Tá ið Nationalbankin lækkar rentuna, gerst tað bíligari hjá føroysku bankunum at læna pening frá Nationalbankanum, ið merkir, at teir kunnu lækka sínar rentur.

Allir føroysku bankarnir hava eftirfylgjandi boðað frá rentulækking. At rentan lækkar merkir, at tey, sum hava stóra skuld, fáa lægri rentuútreiðslur.

– Miðbankin fer so hvørt sum nýggj hagtøl koma, at taka støðu til, hvørt rentan skal lækka ella haldast óbroytt. Miðbankin er sum nú er ikki avgjørdur um nakra ávísa gongd fyri rentuna ella nakra ávísa ferð, sum rentan skal lækka við, men sigur seg fara at meta um støðuna frá fundi til fundi.

Mynd 1. Broyting í fíggjarstøðu  

Les meir í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið frá mai 2024 her.