Leygardagin 29. apríl hevði Landsfelag Pensjónista aðalfund á Hotel Hafnia, har millum annað nevndarval var á skránni.
Tríggir nevndarlimir og tríggir varalimir stóðu fyri vali.
Í nevndina vórðu vald: Beate L. Samuelsen, Pensionistafelagið í Havn, Ingeborg Vinther, Pensjónistafelagið í sunnaru helvt av Suðuroy og Alfred Olsen, Eldrafelagið á Toftum
Sum varalimir vóru vald:, Erhard Jacobsen, Vága Pensjónistafelag, Elna Lamhauge Strøm, Pensionistafelagið í Havn og Annvør Jacobsen, Eldrafelagið á Eiði.
Nevndin í Landsfelag Pensjónista hevur skipað seg soleiðis:
Beate L. Samuelsen, forkvinna
Ingeborg Vinther, næstforkvinna
Alfred Olsen, nevndarlimur
Hans Jacob á Kósini, nevndarlimur
Jákup Andreasen, nevndarlimur