Landskappingin í hondbólti byrjar í septembur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fyrstu umførini í bestu deildunum í hondbólti verða spæld mitt í septembur.

Hondbóltssambandið hevur lagt landskappingarnar í SMS-deildini við kvinnum, Burn-deildini við monnum, 1. deild og ungdóminum niður til U14 á heimasíðu sína.

Kappingarárið hjá monnum og kvinnum byrjar sum vant við dystunum um Lionsbikarið, har vinnarin av steypakappingini og FM í 2025 møtast.

Hesir dystirnir verða sunnudagin 7. september í Høllini á Hálsi. Vikuna eftir byrjar landskappingin, sum koyrir til í seinasta lagi 2. og 9. mai, ávikavist í Burn og SMS deildini, hetta alt eftir hvussu nógvar finalur talan verður um.

Barnahondbólturin hjá U9, U10 og U12 byrjar um mánaðarskiftið september/oktobur við Heystkappingini. Leiksskráin fyri barnahondbóltin kemur út eftir summarfrítíðina.

Steypafinaluvikuskiftið 2026 verður 20. til 22. februar.