Langtíðarhaldførið hjá landskassanum er ikki í lagi og tað er álvarsamt.
Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá oð hann ó dag helt ólavsøkurøðu sína í
Løgtinginum í dag.Hann mælti til, at øll standa saman um at bøta um hesi viðurskifti og bjóðaði øllum
flokkum til borðið so til ber at gera breiðar semjur um hesi viðurskifti.-Vit bjóða tí øllum flokkum til borðið. Vit eru til reiðar at førka okkum. Hóast ósemjurnar
mangan hava verið stórar, krevur tíðin, at gjáirnar smalka aftur. Og
hóast vit hvørki kunnu ella skulu semjast um alt, so mugu vit semjast um
sumt, segði løgmaður.-Tíðin er farin frá blokkpolitikki, tí summi mál eru ov stór til flokspolitiska togtogan.
Ov breið til einstaklingaprofilering. Vit mugu vera meiri sum
ólavsøkukórið, ið stendur sum ein, tá ið um ræður. Fleirraddað, men
samfelt. -Tað krevur nakað av okkum øllum. Men eg eri bjartskygdur um, at vit fara at finna fleiri
breiðar semjur. -Eitt nú um: langtíðarhaldførið, bústaðarmarknaðin, uttanríkispolitiska virkisførið,
útlendingaøkið og hvussu vit knýta Suðuroynna upp í restina av
landinum. -Taðtýdningarmesta eru breiðar semjur um langtíðarhaldførið og vælferðina hjá
børnunum. -Hóast búskapurin hevur tað gott, og Føroyar ikki eru serliga skuldarbundnar, er
landskassin ikki langtíðarhaldførur. Tað er álvarsamt, segði Aksel V.
Johannesen, løgmaður, í røðu síni í tinginum.